Jersey vann loksins dystin um fimta plássið. Vit bardust væl og leingi, men máttu loksins leggja kongin.
Eyðun tapti annan dystin 0-3 og hin 1-3. Mótstøðan var ov sterk.
Henrietta vann ein spennandi dyst 3-2. Eitt sett endaði 14-12 og eitt annað 13-11, so her var talan um ein javnan og spennandi dyst.
Pætur tapti sín dyst 3-0.
Durita og Henrietta vunnu sín dyst 3-0.
Henrietta og Pætur taptu blandaða tvímansleikin 0-3.
Seinasti dysturin hjá Pæturi varð ikki spældur, tí dysturin longu var avgjørdur.
4-2 til Jersey.
Eitt sætta pláss í liðkappingini er góðtikið, tá havt verður í huga at vit hava eitt ungt og óroynt lið á fleiri plássum. Sama plasering, sum á Jersey 2015.