Føroyaleikirnir 2022 byrjaðu í dag, og borðtennis er væl umboðað við 40 leikarum, harav 24 teirra eru útlendskir, nevniliga 16 úr Grønlandi og 8 úr Íslandi.
Eftir at setanin var í Gundadali kl.18.00, varð farið niðan í Hoyvíkshøllina, har fyrstur dystirnir skuldu spælast.
Føroyskir borðtennisleikarar klárir til skrúðgonguna inn til setanina av Føroyaleikum.
Tað var 1. umfar í liðkappingini hjá monnum, sum bleiv spælt í kvøld, og her dystaðust fremsta og næstfremsta liðið hjá Føroyum - og tað sama hjá Grønlandi.
Úrslit:
Føroyar I - Føroyar I 3-0
Grønland I - Grønland II 3-0
Í morgin verður kappast frá kl.09:00 og heilt út ímóti kvøldi. Sí skránna, sum er viðheft sum ein mynd niðanfyri (trýst á myndina fyri at hon skal gerast størri).