Tað hevur ikki reiðiliga ligið í kortunum, at feltið til FM í borðtennis fór at vera serliga væl mannað í ár, men nú – minni enn eina viku áðrenn FM – er greitt, at vit fáa ta allarsterkastu uppstillingina og at lagt er upp til eitt framúr tætt og spennandi FM-stríð. Seinastu tvey árini hevur mansfinalan verið avgjørd í sjeynda og avgerandi setti við allarminsta bóltamuninum, nevniliga 11-9 – hetta er annars sera sjáldsamt, men nú kann eingin útiloka at tað fer at henda aftur í ár.
Verandi føroyameistarin, Hallur Thorsteinsson, kemur heim at royna at verja FM-heitið. Hin útisetin, Fróði Fríðason Jensen, sum vann FM í 2012 og 2014, kemur eisini heim. Vegna lesnað hava teir báðir ikki vant serliga nógv í ár, men teir koma heim at geva teimum herheima kapping. Peter H. Niclasen, sum hevur vunnið FM ikki færri enn 16 ferðir, hevur við samlaðum Grand Prix-sigri í ár prógvað, at hann framvegis so avgjørt kann spæla við og telist ímillum favorittarnar. Føroyameistarin fyrraárið, Pætur Albinus, verður eisini við, og tað fullger eitt felt við fýra stinnum spælarum umframt nakrar yngri avbjóðarar so sum Knútur Jóannesarson og Sveinur M. Nolsøe.
Eisini hjá kvinnunum fáa vit ein útiseta heim. Talan er um Henriettu Nielsen, sum er uppvaksin í Fuglafirði, men sum á ungum árum flutti til Horsens í Danmark, haðani hon fór víðari til Flensburg í Týsklandi at lesa og samstundis spæla borðtennis. Har hevur hon ment seg nógv, og tað er ikki ov nógv sagt, at hon man vera besti kvinnuligi borðtennisspælarin, ið Føroyar hava átt. Tvær ferðir áður hevur hon verið heima til FM, nevniliga í 2011 og 2013, og báðu ferðirnar vann hon FM-gull. Hon er eisini FM-favorittur í ár, men tær í støði so sera tøttu Anna Mikkjalsdóttir úr TBF og Durita Fríðadóttir Jensen úr Tór, sum báðar eisini áður hava vunnið FM-gull, eru tilreiðar at geva henni kapping.
Innleiðandi FM-kappingin verður spæld nú fríggjakvøldið 21. apríl í Eysturskúlanum í Havn, har lagt verður til brots kl.18.00. Dagin eftir, 22. apríl, er stóri FM-finaludagurin saman við badminton og judo. Kringvarp Føroya er sum vera man tilstaðar og sendir beinleiðis frá øllum finalunum. Hendan sendingin byrjar kl.13.00.