fm-lidkapping.jpg
Knútur og Sveinur í Íslandi 2009 - bronsu í U18.

FM liðkapping

Í longri tíð hevur eingin liðkapping verið í føroyskum borðtennis. Men í november ætlar Borðtennissambanndið, saman við feløgunum, at gera eina roynd við eini føroyameistarakapping fyri lið.

Tvær kappingar verða. Tann fyrra verður í Trongisvági leygardagin tann 5. november. Tann seinna verður í Havn leygardagin tann 26. november.

Liðini skulu verða tey somu báðar kappingarnar og vinnarin verður føroyameistari.

Fyrsta dagin verður meiri at frætta um aldursbólkar, tilmelding og annars allar smálutir viðvíkjandi hvussu hendan kappingin fer at síggja út.

Men set kross í kalendaran 5. november og 26. november.