Leygardagin 9. apríl verður stóri endabresturin á hesum kappingarárinum hjá ungdóminum, tá ið FM fyri ung verður spælt í høllini í Trongisvági.
Spælt verður í bæði einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki, og kappingin er skipað soleiðis, at fýra tey fremstu í hvørjum aldursbólki flyta ein aldursbólk upp.
Út ímóti middegi verður ein døgurðasteðgur, har leikararnir fáa eina máltíð ókeypis.
Allar finalurnar verða stroymdar beinleiðis á facebook-síðuni hjá Borðtennissambandi Føroya.
Skrá
Kl.09:30: Pinkur / Piltar
Kl.10:00: Smágentur / Smádreingir
Kl.12:00: Gentur / Dreingir
Kl.14:00: Kvinnuunglingar / Mansunglingar
Kl.15:00: Blandaður tvímansleikur