fm-yngru-avgreitt.jpg

FM fyri tey ungu avgreidd

Høllin í Trongisvági hevur frá morgunstundini verið karmur um FM-kappingarnar fyri tey ungu. Smápinkur og smápiltar byrjaðu so skjótt klárt var at byrja kl. 09.15 í morgun. Níggju tímar seinni var seinasti bólturin sligin í mansunglingakappingini. Tá høvdu borðtennisbóltarnir, ið viga 2,73 gram, ferðast umleið 160.000 ferð aftur og fram um netini.

Dagurin eydnaðist væl og tey bestu og næstbestu vunnu steyp og heiðursmerki - hini sóu, at tað ber til at vinna næstu ferð um ein kýtir seg í venjingarhølinum. 

Hjáfest myndir úr Høllini har áskoðarar nær og fjar vitjaðu.