vl1.jpg
Venjarin, Hallur Thorsteinsson, greiðir frá.

Fleiri nýggj á venjingarlegu

Um vikuskiftið var borðtennisungdómur savnaður á venjingarlegu í høllini á Hálsi í Havn. Hetta var fyrsta venjingarlegan hetta kappingarárið, og tað var Hallur Thorsteinsson, ið stóð á odda fyri venjingunum saman við Jan Berner, sum er í Føroyum í sambandi við skúlavitjanir.

Hetta var fyrsta venjingarlegan hjá fleiri av leikarunum, og tað er hugaligt at síggja tey ungu kýta seg, nú kappingarárið skjótt av álvara fer í gongd. Fyrsta kappingin verður nevniliga um smáar tríggjar vikur, tá ið 1. umfar í Grand Prix-kappingini verður spælt í Trongisvági.

Undirtøkan var merkt av, at tað vóru fermingar kring landið, men tey, sum vóru við, fingu væl burturúr, og so gleða vit okkum til at tað næstuferð vera enn fleiri við.

Fleiri venjingalegur og kappingar á skrá uttanlands í vetur, bæði hjá ungdómslandsliðnum og A-landsliðnum. Meira verður at frætta um hetta í næstum.

Niðanfyri eru nakrar myndir frá venjingarleguni um vikuskiftið.