Skærmbillede 2025-01-20 kl. 14.25.41.png
Hadassa S. Christiansen vann gull í U17.

Fleiri føroysk heiðursmerki í Hafnarfirði

Um vikuskiftið hevur ein partur av ungdómslandsliðnum verið í Hafnarfirði í Íslandi og kappast í árligu BH Open, ið borðtennisfelagið BH skipar fyri. Útvið 100 leikarar úr Íslandi, Føroyum, Danmark og Japan lúttóku í kappingini.

Kappingin var skipað í tveimum blokkum, ein fyrrapart og ein seinnapart hvønn dag.


Spælt varð í ítróttahúsinum í Strandgötu.

Leygardag eydnaðist tað so, at Føroyar fingu trý gullheiðursmerki, ið Rasmus Teitsson í Skorini og Jósva Fonsdal Højgaard stóðu fyri. Rasmus spældi tveir sera spennandi og tættar finalur móti sterkum íslendskum leikara, har hann vann fyrru finaluna 3-2 í U15A og ta seinnu 3-0 í U13. Hann vann sostatt gull í báðum kappingunum.

Í U13 megnaði Bogi Bringsberg, ið fyrstu ferð umboðar Føroyar, at spæla seg í fjórðingsfinaluna, og var hann eisini nær við at spæla seg í hálvfinaluna.

Jósva og Jákup Margar Debess spældu 1. blokk leygardag U23, og gjørdu teir ikki mætari enn at vinna bæði gull og silvur til Føroyar. Jósva tók sær av gullinum, og Jákup fekk silvur.

Jósva Fonsdal Højgaard.

Sunnudagurin

Hesin dagurin byrjaði tungt við at fleiri leikarar vóru merktir av einum longum leygardegi, har øll sótu trúføst í 10 tímar út í eitt at stuðla hvørjum øðrum og spæla. Tó so fingu leikararnir vundið seg í gongd, og eisini hendan dagin komu fleiri góð úrslit. Í U17 luttóku Hadassa S. Christiansen, Bogi og Jákup. Bogi kom enn einaferð í fjórðingsfinaluna, men Hadassa var ikki liðug her. Hon gjørdi ikki mætari enn at skúgva alla mótstøðu til viks og stó í endanum ovast á sigursskamlinum, og harvið enn eitt gull til Føroyar.

Í Opin Flokkur D lúttók Suni á Lava, og eydnaðist tað honum at fáa eitt 3. pláss og harvið eitt flott bronsu heiðursmerki.

Í Opin Flokkur C luttóku Rasmus, Jósva og Jákup. Her var mótstøðan stinn, men tað eydnaðist Rasmusi og Jósva at spæla seg víðari; Jákup mátti tíverri lúta í bólkaspælinum. Jósva megnaði at spæla seg til fjórðingsfinalu, meðan Rasmus spældi seg heilt í finaluna, har hann møtti leikararanum frá leygardegnum, ið hann hevði vunnið tvær ferðir á. Tíverri hevði íslendski leikarin spælt seg heitan, og vann 3-1 á Rasmusi í finaluni. Sostatt eitt flott silvurheiðursmerki til Føroyar.

Rasmus Teitsson í Skorini vann tvey gull og eitt silvur í kappingini.

2. blokkur sunnudag hevur serligt pláss í BH Open, har siðvenja er, at tvímansleikur er; tó so eitt sindur øðrvísi skipaður enn tað vit kenna. “Hægst” metti leikarin í allari kappingini verður settur saman við “lægst” metta leikararnum í kappingini, og spæla øll so bólkaspæl og síðani víðarispæl.

Okkara egni Suni varð settur saman við sera stinnum íslendskum leikara, og hesir báðir gjørdi ikki mætari enn at spæla seg heilt í hálvfinaluna, har teir tíverri máttu lúta fyri einum íslendskum pari. Eitt flott avrik, má sigast!

Suni á Lava (t.h.) og íslendskt-rumenski viðleikarin, Norbert Bedo, fegnast um ein vunnan bólt - og seinni vunna bronsu.

Eftir enn einar 10 tímar í høllini sunnudag endaði kappingin, og sigast má, at føroysku leikararnir alla kappingina ígjøgnum hava spælt sítt allarbesta og veruliga hava bart fyri hvørjum einasta bólti, og tað sæst aftur á flottu úrslitunum gjøgnum alla kappingina.

Føroysk heiðursmerkir

U15A: Rasmus Teitsson í Skorini, gull
U13: Rasmus Teitsson í Skorini, gull
U23: Jósva Fonsdal Højgaard, gull
U23: Jákup Margar Debess, silvur
Opin Flokkur C: Rasmus Teitsson í Skorini, silvur
Opin Flokkur D: Suni á Lava, bronsu
U17: Hadassa S. Christiansen, gull
U19: Jósva Fonsdal Højgaard, bronsa
Tvímansleikur: Suni á Lava saman við Norbert Bedo, bronsa

Sí myndasavn niðanfyri. Myndir: BH / Ingimar Ingimarsson