flugvandi-byrjan.jpg
Føroyska liðið, Gotland 2017.

Flúgvandi byrjan, men

Føroyska borðtennislandsliðið hevur fingið eina flúgvandi byrjan í liðkappingini. Alderney stóð fyrst fyri skotum og vunnu Føroyar 7-0. Síðani bjóðaðu grannarnir Hetland av - teir vórðu somuleiðis bukaðir 7-0.

Síðani møttu vit Álandi, sum frammanundan dystinum var greiður favorittur. Dysturin gjørdist bæði spennandi og drúgvur við nógvum framúrskarandi tvídystum har Eyðun Ellendersen tók fleiri mótstøðumenn á bóli við sínum serstaka spælistíli. Eisini Pætur Albinus spældi nakrar góðar dystir. Harafturímóti hevur Áland helst besta kvinnuliga leikaran á leikunum - og sjálvt Henrietta mátti leggja kongin í hesum dystinum - kanska hon fer at hevna tað í einstaklingakappingini. Henrietta og Pætur taptu greitt blandaða tvímansleiking og tvímansleikin hjá kvinnunum vunnu vit, tí Áland hevur bert ein leikara.

Henrietta, Durita og Pætur hava royndir frá oyggjaleikum, men hjá Eyðuni Ellendersen, Knúti Jóannesarson og Sveini M. Nolsøe er hetta nýtt og spennandi.

Í dag møta vit Gotlandi og Menorca. Tað sær út til at Gotland og Áland seta seg á fremstu plássini í okkara bólki og skulu tey helst kappast við Guernsey og Jersey um heiðursmerkini.

Fleiri føroyingar stukku inn á gólvið - onkur mynd er niðanfyri.


Úrslitið móti Alderney (7-0):

Pætur vann sínar dystir í einmansleiki 3-0 og 3-1

Eyðun vann sínar dystir í einmansleiki 3-0 og 3-0

Henrietta og Durita vunnu tvímansleikin 3-0

Henrietta vann einmansleikin 3-0

Durita og Knútur vunnu blandaða tvímansleikin 3-2


Hetland (7-0):

Pætur 3-0 og 3-0

Eyðun 3-1 og 3-0

Henrietta og Durita 3-1

Henrietta 3-0

Pætur og Henrietta 3-0


Áland (3-4):

Pætur 0-3 og 3-2

Eyðun 3-2 og 2-3

Henrietta og Durita 3-0

Henrietta 0-3

Henrietta og Pætur 0-3