Fróði Fríðason Jensen er føroyameistari 2014 og skal hann verja heitið í finaluni ímorgin. Hann hevur møguleika fyri at vinn sítt triðja FM-heitið leygardagin eftir at hava vunnið í fjør og í 2012. Fróði býr í Keypmannahavn, er 22 ár, er uppvaksin í TBF og seinni í Tór. Nú spælir Fróði borðtennis í Danmark. Hann fer at umboða Føroyar á Oyggjaleikunum á Jersey.
Pætur Albinus er 24 ár og hetta er hetta fyrsta finaluluttøka hansara. Pætur hevur altíð spælt við Tór. Hann hevur verið nær við finaluna onkrar ferðir og hesa ferð eydnaðist tað. Roknast kann við, at Pætur fer at umboða Føroyar á Jersey í summar.
Anna Mikkjalsdóttir er 17 ár og vann FM-heitið í 2012. Hon luttekur fjórða árið á rað í finaluni. Anna er ein trúgvur TBF spælari og fer at umboða Føroyar á Oyggjaleikunum á Jersey í summar.
16 ára gamla Durita F. Jensen skal verja FM-heitið frá 2014. Hon er, eins og Fróði, uppvaksin í TBF og seinnu árini í Tór. Hon fer eisini at umboða Føroyar á Oyggjaleikunum á Jersey í summar.