Kl. 09 verður lagt til brots við borðini í Høllini á Hálsi - so er klárt til finalurnar, sum væntandi fara í gongd umleið kl. 15.
Menninir fara nú at spæla innleiðandi fram til finalurnar. Hinar kappingarnar eru avgreiddar fram til finaluna og tríggjar kappingar eru lidnar.
Føroyar hava vunnið liðkappingina hjá kvinnum og tvímansleikin hjá kvinnum. Grønland hevur vunnið liðkappingina hjá monnum.
Í finaluni í blandaðum tvímansleiki møtast Henrietta Nielsen og Fróði F. Jensen, Føroyar, og Sivkersoq Gaertner úr Grønlandi. Í tvímansleiki hjá monnum hava Magnus K. Magnusson og Gunnar S. Ragnarsson úr íslandi leikt seg í finaluna og hinumegin borðið standa brøðurnir Aqqalu og Ivik Nielsen úr Grønlandi. Henrietta Nielsen úr Føroyum og Arnannguaq Lybert úr Grønlandi møtast í kvinnufinaluni.