midaldeild-topp3.jpg
F.v.: Andras Nolsøe (bronsa), Ian Jacobsen (gull) og Vilmund Jacobsen (silvur).

Feðgar fremstir í miðaldeildini

Í sambandi við innleiðandi FM-kappingina hjá vaksnum fríggjakvøldið, varð sum vant eisini FM í miðaldeildini spælt. Hetta er ein opin kapping fyri øllum áhugaðum, sum kanska ikki hava gjørt so nógv við borðtennisvenjingina ígjøgnum árið.

 

Hesaferð vóru sjey luttakarar við, og tað vóru teir báðir feðgarnir, sonurin Ian og pápin Vilmund, sum vunnu gull og silvur frammanfyri sjálvan formannin í Borðtennissambandi Føroya, Andras Nolsøe.

 

Teir tríggir eru royndir í føroyskum borðtennis, og tann royndasti av øllum man vera Vilmund Jacobsen, sum gjørdist føroyameistari í meistaradeildini í 1983.

 

F.v.: Jóhan Petur Holm, Vilmund Jacobsen, Petur Stórhamar, Ian Jacobsen, Hanus Holm Stórhamar og Andras Nolsøe. Pætur Rasmussen vantar á myndini.

 

Vit fegnast um, at miðaldeildin aftur sær út til at vera komin fyri at vera, og vit vóna at síggja nógvar luttakarar aftur í FM í miðaldeildini næsta ár.

 

Nevnast kann, at borðtennisfelagið Tór í Havn hevur opnar venjingar fyri motiónistum í kjallaranum í høllini á Hálsi mikukvøld frá kl.19.30 til 21.00. Nú er farið í summarfrí, men venjingin verður tikin uppaftur í august.