Henrietta Nielsen, sum vann søguligt bronsu-heiðursmerki saman við Rakul Mikkjalsdóttir á Isle of Wight, hevur veruliga gjørt vart við seg í DM-kappingini hetta vikuskiftið.
Hon hevur vunnið gull í blandaðum tvímansleiki fyri juniorar, gull í tvímansleiki fyri juniorar, silvur í einmansleiki fyri juniorar og eitt flott bronsuheiðursmerki í U-21 kappingini í einmansleiki.
Íalt tvey gull-, eitt silvur- og eitt bronsumerki. Fantastiska flott!
Henrietta er sera væl nøgd, men eitt sindur misnøgd við at tapa finaluna í einmansleiki - hon sigur, at hon átti at vunnið gull í juniorkappingini í einmansleiki.
Men næstu ferð verður tað kanska gull allastaðni.