eydun-vann-peter.jpg
Ein fegin Eyðun Ellendersen eftir at hava vunnið allar dystirnar.

Eyðun vann á Peter Niclasen í a bólkinum

Eyðun Ellendersen tók Peter Niclasen á bóli leygardagin og vann 3-1 í fyrsta dystinum. Eftir tað vunnu hesir báðir allar dystirnar - men eingin ivi um, at hetta gjørdist ein minningarríkur dagur hjá Eyðuni. Eftir at Hallur og Fróði eru fluttir uttanlands er Peter stórfavorittur í heimligu kappingunum.

Kappingin um triðja plássið og niðurflytingarplássini gjørdist hinvegin spennandi og settmunurin avgjørdi hvør endaði nr. 3 og hvør endaði niðast.

Endaliga støðan í a-bólkinum har bestu leikararnir leika:

Nr. 1 Eyðun Ellendersen 10 stig (15-2)

Nr. 2  Peter Niclasen 8 stig (13-3)

Nr. 3 Knútur Jóannesarson 4 stig (9-11)

Nr. 4 Hanus Sørensen 4 stig (8-13)

Nr. 5  Sveinur Mortensen Nolsøe 2 stig (6-11)

Nr. 6  Durita Jensen 2 stig (5-13)