eydun-sveinur-halda-fram.jpg
Eyðun og Sveinur

Eyðun og Sveinur halda fram í single

Menninir hava avgreitt bólkaspælið í einstaklingakappingini. Eyðun og Ellendersen og Sveinur M. Nolsøe hava leikt seg víðari og eru millum teir 22 bestu. Báðir gjørdust nr. 2 í sínum bólki.

Næsta umfar er hósdagin kl. 1500 - tá skulu 16 teir bestu finnast.

Pætur Albinus og Knútur Jóannesarson spældu seg ikki víðari.