endandu-a-6-a.jpg
Hallur lurtar eftir Peturi.

Endaðu á sætta plássi

Liðkappingin er liðug og Føroyar endaðu á sætta plássi.

Vit skuldu dystast við vertirnar um fimta plássið. Jersey var favorittur, men teir fingu dygga mótstøðu frá okkum. Undan kappingini varð roknað við, at Jersey fór at kappast um gull, so vit roknaðu ikki við tí stóra. Men Fróði byrjaði við sigri - síðani vann Henrietta og nú førdu vit 2-0. Hallur tapti sín dyst og síðani vunnu Durta/Henrietta tvímansleikin hjá kvinnum. 3-1 til okkum.

Ein sigur aftrat og vit høvdu tryggjað okkum fimta plássið. Men soleiðis gekk ikki. Fróði tapti næsta dystin, Henrietta/Fróði blandaða tvímansleikin og Hallur tapti seinasta dystin.

4-3 til Jersey í einum jøvnum dysti.

Endaliga úrslitið í liðkappingini:

1. Guernsey

2. Gotland

3. Åland

4. Grønland

5. Jersey

6. Føroyar

7. Menorca

8. Isle of Man

9. Cayman Islands

10. Alderney

11. Hetland.