elinborg-anna.jpg

Elinborg og Anna føroyameistarar í tvímansleiki

Fyrstu føroyameistararnir í 2015 eru kosnir. Stóri finaludagurin í Hoyvíkshøllini, Kontrast FM 2015, er farin av bakkastokki.

Kvinnufinalan í tvímansleiki byrjaði longu kl. 09.30 í morgun. Øðrumegin borðið stóðu Anna Mikkjalsdóttir og Elinborg Nygaard úr TBF og við hin endan á borðinum bjóðaðu blaðungu Bára Guttesen og Anja Wongwai, eisini úr TBF, av.

Mótstøðan gjørdist øgilig hjá ungu tvørádamunum, Báru og Anju, og taptu tær til tær royndu Onnu og Elinborg 3-0. Settini endaðu 11-4, 11-0 og 11-3.