eitt-sindur-um.jpg
Pætur og Fróði

Eitt sindur um finaluluttakararnar í KONTRAST FM 2017

Anna Mikkjalsdóttir úr Trongisvági luttekur sætta árið á rað í finaluni, hóast hon bert er 19 ár.  Longu í 2012 vann hon sít fyrsta FM-heitið og í fjør vann hon tað næsta. Hóast mótstøðan hesa ferð verður dygg, so fer Anna ikki at leggja seg niður, men fer at berjast um hvønn bólt.

Henrietta Nielsen luttók seinast í FM í 2013 og tá vann hon sannførandi føroyameistaraheitið. Eisini í 2011 vann hon sannførandi. Hon hevur ikki luttikið í FM hini árini, men í ár er hon við aftur. Henrietta er fyri stuttum flutt aftur til Danmarkar eftir at hava verið í Týsklandi í lestrarørindum. Samstundis hevur hon spælt borðtennis í Týsklandi. Henrietta hevur eisini vunnið heiðursmerki fyri Føroyar á teimum tveimum seinastu oyggjaleikunum borðtennis hevur verið við. Henrietta er helst favorittur, men ein finala er ein finala.....

Fróði Fríðason Jensen hevur tvey FM-heitið í skjáttuni. Fyrstu ferð vann hann í 2012 og aðru ferð í 2014. Fróði hevur verið fastur táttur í finaluni í fýra ár á rað - vann í 2014, tapti í 2015 og 2016 - og nú hevur hann so aftur møguleikan.

Pætur Albinus hevur verið eina ferð í finaluni áður - í 2015 - og tað eydnaðist at gerast føroyameistari. Nú er møguleikin afturkomin og mótstøðumaðurin er hin sami, sum í 2015.

Finalan í 2017 er ein endurtøka av finaluni í 2015, men tað er ikki vist at úrslitið verður ein endurtøka. í 2015 vann Pætur við settmuninum 4-3 (6-11, 11-7, 10-12, 11-7, 10-12, 11-5, 11-9).