dutch-open.jpg

Dutch Open: Fróði vann á Osama

Mikudagin leiktu føroysku HM-leikararnir Dutch Open, sum er ein kapping fyri tey, ið eru sligin úr HM-kappingini. Kappingin verður leikt á somu borðum sum sjálva HM-kappingin. Eisini í hesi kappingini var mótstøðan sera stinn, og megnaði bara ein føroyskur leikari at spæla seg víðari. Tað var Fróði F. Jensen, sum vann 3-0 á Osama (ja, Osama) úr Sudan. Her kann leggjast aftrat, at Osama er eini 1.000 pláss frammanfyri Fróða á heims-raðlistanum. Hesin sigurin til Fróða kann sostatt merkja, at Fróði fer stórleypandi uppeftir heims-raðlistanum.

Hallur Thorsteinsson, Rakul Mikkjalsdóttir og Henrietta Nielsen taptu øll 0-3, meðan Pætur Albinus tapti 1-3.

 

Í øðrum umfari í kappingini møtti Fróði italiumanninum Rech Hann er eitt stórt talent og var ein ov stórur biti hjá Fróða at gloypa. Fróði tapti 0-3, tó so, at hann fekk átta bóltar í øllum trimum settunum. Tað er ikki at forsmáa og vísir bara, at Fróði hevur spælt væl á ferðini í Hollandi.

 

- Eg haldi sjálvur, at eg spældi væl. Eg kom langt niður í beinini og hevði góðar blokkeringar. Mítt offensiva spæl koyrdi væl, men eg hevði eitt sindur ov nógvar óprovokeraðir feilir, av tí at eg stressaði ov nógv. Servurnar sótu væl, men eg hevði inn ímillum ov óskarpar returar. Sum heild eri eg tó væl nøgdur, sigur Fróði um dystin ímóti italiumanninum.

 

Landsliðsvenjarin, Jan Berner, vísti eftir dystin eisini sítt nøgdsemi við avrikið. Serliga var hann væl nøgdur við tað, at Fróði hevur betrað tey tingini, hann er biðin um at betra. Serliga er tað at koma longur niður í beinini, hann hevur betrað og hevur notið gagn av í seinastuni.

 

Hósdagin hava føroysku leikararnir avtalað vinardystir ímóti leikarum úr Írlandi, Malta og Kosovo. Vit frætta nærri um hvussu tað gekk seinni.