Durita F. Jensen og Knútur Jóannesarson, Tór ognaðu sær gull í blandaðum tvímansleiki í triðju borðtennisfinaluni leygardagin. Jóhanna Stórhamar, TBF og Sveinur Mortensen Nolsøe, Tór høvdu eisini leikt seg í finaluna og nú skuldi tað vísa seg um sigursrøðin hjá Jensen familjuni skuldi halda fram ella ikki. Onkur helt, at Durita og Knútur kanska kendu hvønn annan so gott, at tað fór at gerast trupult hjá Jóhonnu og Sveini....
Og soleiðis varð - Durita og Knútur vunnu 3-1 eftir eina trilvandi byrjan. Jóhanna og Sveinur vunnu eitt flott silvurheiðursmerki og bronsuna vunnu Elinborg Nygaard og Kaj Roest úr TBF.