durita-anna-tvim.jpg (1)
Durita, Maria og Anna.

Durita F. Jensen og Anna Mikkjalsdóttir í finaluna

Durita F. Jensen og Anna Mikkjalsdóttir hava leikt seg í finaluna hjá kvinnum, sum verður leygardagin kl. 14.10. Finalan verður víst beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.

Durita er verandi føroyameistari og Anna hevur eisini vunnið FM fyrr. Spennandi at síggja hvør fer at vinna - roknast kann við einari javnari finalu.

Maria Albinus úr Porkeri vann bronsuna.