Fýra sett skuldu spælast, og so hevði Durita F. Jensen, Tór endurvunnið føroyameistaraheitið.
Anna Mikkjalsdóttir, sum vann 3-0 í kvinnuunglingafinaluni á somu Duritu, fann ikki dagsformin og so koppaði tað til Duritu. Fyrsta sett var spennandi og tær fylgdust til Durita vann 11-9. Anna stríddi seg til ein 14-12 sigur í øðrum setti, men Durita svaraði aftur í triðja setti, 11-6, og megnaði eisini at vinna avgerandi settið 11-9.
Bronsuna vann Elinborg Nygaard úr TBF.