Í kvinnufinaluni í borðtennis í Kontrast FM skuldi tann einans 15 ára gamla Sólja Hilduberg Djurhuus royna seg ímóti tvífalda føroyameistaranum, Duritu F. Jensen. Talan gjørdist um eina væl spælda finalu, har tann meira roynda, 20 ára gamla Durita, stóð seg betur í longdini og vann FM-gull á triðja sinni.
Finaluúrslitið gjørdist 3-1 til Duritu. Sólja, sum hevur eina bjarta framtíð, kann vera væl nøgd við sítt spæl, og at hon megnaði at geva Duritu skarpan gang - og ikki minst, at hon vann eitt sett.
Sum nevnt, so var hetta triðja FM-gullið hjá Duritu í einmansleiki. Hini bæði FM-gullini vann hon í 2014 og 2015.