Hallur Thorsteinsson og Peter Niclasen tryggjaðu Føroyum enn eitt bronsumerki í kappingini í Reykjavík. Ævíntýr teirra endaði í hálvfinaluni har teir máttu lúta fyri sterka danska parinum Simon Hansen og Andreas Rokkjær. Dysturin var spennandi, men tað endaði so við 3-2 sigri til jútska parið (6-11, 11-8, 8-11, 11-6, 11-6).
Bronsa til Hall og Peter í tvímansleiki
28/08/2013