Borðtennissamband Føroya hevði aðalfund fríggjadagin 3. juni. Fyri vali stóð formaðurin í starvsnevndini, Ivan Niclasen, og Vagnur Nolsøe og Mariann Mikkjalsdóttir í kappingarnevndini. Hesi bæði seinast nevndu tóku við afturvali, og halda sostatt fram í kappingarnevndini.
Hinvegin boðaði formaðurin í Borðtennissambandinum seinastu árini - Ivan Niclasen frá, at hann ikki tók við afturvali.
Jóannes Guttesen, ið hevur verið eykalimur í starvsnevndini, varð valdur sum limur í starvsnevndini.
Í starvsnevndini eru nú Jóannes Guttesen, Rógvi Thorsteinsson og Jens Pauli Nolsøe. Nevndin skipar seg sjálv á næsta fundi.