Ítróttasamband Føroya hevur kunngjørt tiltakið Føroyaleikir, ið verður ein afturvendandi summarkapping fyri allan ítrótt í Føroyum. Fyrstu Føroyaleikir verða í døgunum 8. – 11. juli 2021, og borðtennis verður við.
Borðtennissamband Føroya hevur verið við í tilgongdini, og vit fegnast um at vit kunnu boða frá luttøku í hesum stóra og savnandi ítróttartiltaki, sum óivað verður ein spennandi kapping fyri okkara borðtennisleikarar.
Tað er eingin loyna, at skotbráið hevur verið stutt, og fyrireikingarnar til kappingina eru framvegis í gongd. Borðtennissamband Føroya kunnar nærri í næstum, tá ið kappingarnar eru lagdar.
Lesast kann annars nærri um Føroyaleikir á ÍSF-heimasíðuni HER.