Sum áður lýst, her á síðuni, so verður árligi aðalfundurin leygardagin tann 20/4-2013, kl. 12.30, í hølum Borðtennissambandsins í ÍSF húsunum í Gundadali í Tórshavn.
Skráin verður samsvarandi viðtøkum sambandsins.
Fyri vali stendur formaðurin Jóannes Guttesen. Hini í nevndini halda fram, í minsta lagi eitt ár aftrat.
Nú er møguleiki fyri at ávirka á røttum stað til røttu viðkomandi. Vónandi møta feløgini fjølment.
Vælkomin á aðalfund!
Borðtennissamband Føroya.