adalfundur-leygardag.jpg
Kai Roest, formaður í TBF, verður vertur tá aðalfundurin verður hildin leygardagin.

Aðalfundurin leygardagin

Lýsti aðalfundurin verður nú leygardagin tann 22. august, kl. 1300, í Hvalba.

Ítøkiliga verður hann í heiminum hjá Kai Roest.

Aðalfundurin verður hildin sambært samtyktunum hjá Borðtennissambandi Føroya.

Eftir aðalfundin verður ábit.