Sum ætlað og lýst, so varð aðalfundurin hjá Borðtennissambandi Føroya hildin leygardagin tann 27. august 2016.
Hesa ferð varð fundurin hildin í Garðinum í Trongisvági kl. 1100.
Til staðar vóru: Jóannes Guttesen, formaður; Jens Pauli Nolsøe, skrivari; Rógvi Thorsteinsson, kassameistari; Kai Roest, varalimur og umboð fyri TBF; Gunhild Mortensen, Royn, Peter H. Niclasen, kappingarnevndarformaður og umboð fyri Tór og Andrass Nolsøe, fyrrverandi formaður í BTSF.
Orðstýrari varð valdur, formaðurin greiddi frá farna árinum og kassameistarin gjøgnumgekk grannskoðaða roknskapin. Eingi mál vórðu løgd fram og undir "ymiskt" vóru ymisk mál umrødd, sum t.d. borðtennisútgerð og hvussu heimligu kappingarnar kunnu leggjast til rættis í framtíðini.
Jens Pauli Nolsøe og Rógvi Thorsteinsson stóðu fyri vali og tóku teir báðir við afturvali. Kai Roest varð afturvaldur til varalim. Jóannes Guttesen er formaður.
Peter Niclasen varð afturvaldur til formann í kappingarnevndini. Andrass Nolsøe varð valdur til eykalim í kappingarnevndini. Vagnur Nolsøe og Kai Roest eru limir í kappingarnevndini.