Við hesum verður kallað inn til aðalfundin 2023 hjá Borðtennissambandi Føroya leygardagin 21. oktober kl.12:00 í hølunum hjá ÍSF á Frælsinum 30 í Tórshavn.
Skrá sambært viðtøkum sambandsins:
- Val av orðstýrara
- Nevndirnar greiða frá virki teirra í farna ári
- Grannskoðaður roknskapur verður framlagdur
- Innkomin mál
- Val av nevndum og eykalimum
- Val av grannskoðara
- Ymiskt
Innkomin mál skulu sambært grein 5, stk. 4 vera starvsnevndini í hendi seinast 7 dagar áðrenn aðalfundin. Hesi kunnu sendast til btsf@btsf.fo.