Seint fríggjakvøldið varð greitt, at møguleiki var fyri einum rimmar leygardegi í borðtennis fyri familjuna Jensen. Durita hevði spælt seg í tríggjar finalur, bróðurin Fróði í tvær og pápin Fríði i eina - saman við Fróða.
Og dagurin byrjaði væl - Durita vann saman við Onnu fyrsta FM-heitið í tvímansleiki. Síðani skuldu Fríði og Fróði undir eina torføra uppgávu móti Pæturi og Peter. Men tað gekk - Fróði og Fríði vunnu eina dramatiska finalu 3-2 - nú vóru tvey gull komin í hús. So skuldi Durita aftur i sving í blandaðum tvímansleiki - saman við sjeikinum, Knúti Jóannesarson, vann hon enn eitt gull.
Í kvinnufinaluni sá út til, at Durita hevði spælt seg heita og fingið sjálvsálit og sjálvandi góð ráð frá teimum næstu. 3-0 og nú var bert ein finala eftir. Fróði skuldi royna seg ímóti sjálvum Peter Niclasen. Men Fróði megnaði eisini at taka tær røttu avgerðirnar í fimtu og seinastu Jensen-finaluni og so var fult hús!
Jensen bar gullið úr Hoyvík!