tr-vagi.jpg

4. og 5. umfar í GP kappingini verða leygardagin 30. januar

Leygardagin verður ítróttarhøllin í Trongisvági karmur um 4. og 5. umfar GP kappingini í borðtennis.

Byrjað verður kl. 09.30, og uml. kl. 12.00 verður døgurðasteðgur. Borðtennissambandið býður ein døgurðabita í kantinuni.

Eftir døgurða verður hildið fram við 5. umfari. Niðanfyri sæst fíla við úrslitunum frá seinastu trimum umførunum. Til ber at síggja úrslitini í ymsu deildunum við at klikkja niðast í Excel-skjalinum, eftir at tað er opnað.