Sunnudagin 2. februar verður 4. Grand Prix-umfar spælt í høllini í Trongisvági. Kappingin byrjar kl.13.30.
Tað er ikki neyðugt við tilmelding frammanundan, men boðast skal frá uppmøting og luttøku við dómaraborðið áðrenn kappingin byrjar.
Kappingin er skipað í bólkar eftir styrki, og allir bólkavinnarar fáa ein vinning. Nýggir leikarar eru hjartaliga vælkomnir!
A-landsliðið hevur venjingarlegu hetta vikuskiftið og luttekur í kappingini, so óivað verða nógvir góðir og spennandi dystir at síggja í A-bólkinum og í øllum hinum bólkunum.
Samlaða Grand Prix-støðan sæst HER.