Tað verður at líkna einari innrás av útlendskum borðtennisleikarum, tá ið Føroyaleikirnir verða hildnir í Føroyum í døgunum 30. juni til 3. juli. Ikki færri enn 24 útlendskir leikarar hava meldað seg til kappingina.
16 av leikarunum eru úr Grønlandi, og átta eru úr Íslandi. Umframt hetta luttaka 16 føroyskir leikarar, og tá ið talt verður saman, er talan um eina heilt stóra borðtenniskapping við tilsamans 40 luttakarum.
Føroyar, Ísland og Grønland hava í mong ár hitst við borðini við batti í hond. Seinastu nógvu árini hevur tað einamest verið til Arctic Open í mai-mánaða á hvørjum ári við skiftandi vertskapi.
Londini hildu, at nú møguleikin við Føroyaleikum beyð, skuldu vit heldur ganga inn í hetta stóra felags ítróttatiltakið, Føroyaleikir – og sigast má, at undirtøkan hevur verið sera góð í ár.
Skipað verður fyri bæði vaksnamanna- og ungdómskapping, og kappingarnar verða skipaðar í einmansleik, tvímansleik, blandaðan tvímansleik og ikki minst liðdystir landanna millum.
Tey, sum fara at umboða Føroyar, vera:
Albert Weihe Wolfsberg
Anja Wongwai
Ári Fríðason Jensen
Britt Michelsen
Elsa Kathrina Gisladóttir
Fróði Fríðason Jensen
Hadassa Schwartson Christiansen
Hallur Thorsteinsson
Hans Jacob Gaard Petersen
Knútur Jóannesarson
Marin Elisabet Poulsen
Poul Knút Poulsen
Pætur Albinus
Rasmus Teitsson í Skorini
Sveinur Mortensen Nolsøe
Símun Restorff
Spælt verður í Hoyvíkshøllini, og skráin er viðheft niðanfyri: