10 føroyskir borðtennisleikarar luttaka í hesum døgum á venjingarlegu í Tjele, stutt uttanfyri Randers og Viborg í Danmark.
Venjingarlegan er í eina viku, og leikararnir venja tvær ferðir um dagin – tveir og ein hálvan tíma hvørja ferð.
Tilsamans 90 leikarar eru við á venjingarleguni, og tey eru býtt upp í seks venjingarbólkar eftir støði.
Venjingarlegan hevur gingið væl, og føroysku leikararnir hava fingið nógv burturúr. Veðrið er gott og frítíðarítrivini eru mong, so ungu føroyingarnir hugna sær óført.
Føroyska ferðalagið verður aftur í Føroyum sunnukvøldið 4. Juli.
Leikararnir, sum eru við, eru:
Gunnar Vang Niclasen, Poul Knút Poulsen, Anja Wongwai, Sólja Hilduberg Djurhuus, Heri Lava Láadal, Ári Fríðason Jensen, Hans Jacob Petersen, Marin Elisabet Poulsen, Britt Michelsen og Rasmus Teitsson í Skorini.
Liðleiðarar eru Pætur Albinus og Vagnur Nolsøe.