Sunnudagin 8. mars kl.11.00 verður 6. og seinasta Grand Prix-umfar í hesum kappingarárinum spælt í høllini á Hálsi í Havn. Hetta er kappingin, sum skuldi verið spæld 1. mars, men sum bleiv útsett vegna veður.
Talan verður um eitt sera spennandi umfar, tí stórur spenningur er í fleiri aldursbólkum. Sí samlaðu støðuna HER.
Eftir kappingina verður samlaða Grand Prix-støðan gjørd upp og heiðursmerki latin til trý tey fremstu í hvørjum aldursbólki. Vit heita tí á leikarar um at verða verandi í høllini til allir bólkar eru lidnir, so tey kunnu vera við til heiðursmerkjahandanina.
Kappingin byrjar sum nevnt kl.11.00. Tilmeldingin fer fram við dómaraborðið áðrenn kappingin byrjar.