hallur-4gp.jpg
Hallur Thorsteinsson t.h. (savnsmynd)

Útiseti vann fjórða GP-umfar

37 leikarar vóru møttir til kapping, tá ið fjórða umfar í Grand Prix-røðini varð spælt í høllini í Trongisvági leygardagin. Landsliðið hevur venjingarlegu í Føroyum í hesum døgum, so nakrir av útisetunum vóru eisini heima og luttóku í kappingini.

 

Í A-bólkinum var tað júst ein av útisetunum, Hallur Thorteinsson, sum streyk avstað við sigrinum. Tað gjørdi hann eftir 3-2-finalusigur á Pæturi Albinus. Peter H. Niclasen fekk triðjaplássið við at vinna 3-1 á Vagni Nolsøe í bronsufinaluni.

 

B-bólkin vann Tórur Eið Eliasen í sannførandi stíli. Hann tapti einki sett. Nummar tvey bleiv ein veteranur, Petur Dagfinn Højgaard, sum nýliga er byrjaður at venja við motiónista- og vaksnamannaliðunum hjá Tór í Havn. Hann flytur upp og skal næstuferð royna seg í A-bólkinum.

 

Nú mangla einans tvey Grand Prix-umfør. Tey verða bæði spæld í Havn - nú leygardagin 8. februar og so 29. februar.

 

Dagførda útgávan av samlaðu Grand Prix-støðuni sæst HER.

 

4. GP-umfar - úrslit:

 

Bólkur A

  1. Hallur Thorteinsson, Tór

  2. Pætur Albinus, Tór

  3. Peter Hentze Niclasen, Tór

  4. Vagnur Kjærbech Nolsøe, TBF

  5. Kai Roest, TBF

  6. Sveinur Mortensen Nolsøe, Tór

  7. Heri Lava Láadal, Tór

  8. Britt Michelsen, TBF

  9. Hjalgrím Fonsdal Højgaard, TBF

 

Bólkur B

  1. Tórur Eið Eliasen, Tór

  2. Petur Dagfinn Højgaard, Tór

  3. Marin Elisabeth Poulsen, TBF

  4. Anja Wongwai, TBF

  5. Hanna Fonsdal Højgaard, TBF

  6. Beinta Dalfoss Joensen, TBF

 

Bólkur C

  1. Jósva Fonsdal Højgaard, TBF

  2. Gunnar Vang Niclasen, Tór

  3. Reinar Garðshamar, TBF

  4. Hans Jacob Petersen, TBF

  5. Poul Knút Poulsen, TBF

 

Bólkur D

  1. Hans Elias Arge, Tór

  2. Olivur Aron Joensen, TBF

  3. Rólant Hansen, TBF

  4. Kristian Niclasen, TBF

  5. Tobias Garðshamar, TBF

  6. Rasmus Teitsson í Skorini, Tór

 

Bólkur E

  1. Jákup Margar Debess, Tór

  2. Páll Hansen Sørensen, TBF

  3. Ingálvur Lamhauge, Tór

  4. Lias Arnason, TBF

  5. Vár Højgaard, Tór

 

Bólkur F

  1. Saxo Patursson Vase, Tór

  2. Ólavur Hammer, TBF

  3. Elias Krogh Sørensen, TBF

  4. Jónas Weihe Markling, Tór

  5. Eyðun Høgenni, Tór

  6. Rói Mortensen, TBF