DSC_8015.jpeg
Dagsins sigursharri, Hallur Thorsteinsson, hevur júst loyst fyri einum av eyðkendu loopum hansara.

Úrslit og myndir frá 3. GP-umfari á Hálsi

Triðja umfar í Grand Prix-kappingini varð spælt í høllini á Hálsi í dag, leygardagin 13. januar, har 28 leikarar luttóku.

í A-bólkinum var stórur spenningur í finaluni ímillum tveir av landsins stinnastu leikarum, Hall Thorsteinsson og Fróða F. Jensen, og hóast Fróði hevði gott tak á og var á odda 2-1, so vendi Hallur dystinum og vann 3-2 í einum frálíka væl spældum dysti.

Spæld verða í alt seks Grand Prix-umfør. Tað næsta, sum er tað fjórða í røðini, verður í Trongisvági um tvær vikur.

Niðast í greinini sæst eitt myndasavn frá kappingini í dag.

 

Úrslit - 3. Grand Prix umfar

 

Bólkur A1

  1. Hallur Thorsteinsson (Tór)
  2. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)
  3. Vagnur Kjærbech Nolsøe (TBF)
  4. Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)

 

Bólkur A2

  1. Fróði Fríðason Jensen (Tór)
  2. Peter Hentze Niclasen (Tór)
  3. Ólavur Hammer (TBF)
  4. Poul Knút Poulsen (TBF)

 

Finala

Hallur Thorsteinsson (Tór) - Fróði Fríðason Jensen (Tór) 3-2

 

Hálvfinalur

Fróði Fríðason Jensen (Tór) - Rasmus Teitsson í Skorini (Tór) 3-0

Hallur Thorsteinsson (Tór) - Peter Hentze Niclasen (Tór) 3-0

 

3. - 4. pláss

Peter H. Niclasen (Tór) - Rasmus Teitsson í Skorini (Tór) 3-0

 

  1. - 6. pláss

Ólavur Hammer (TBF) - Vagnur Kjærbech Nolsøe (TBF) 3-1

 

  1. - 8. pláss

Poul Knút Poulsen (TBF) - Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór) 3-1

 

-

 

Bólkur B

  1. Hans Jacob Gaard Petersen (TBF)
  2. Teitur Haraldsen Albinus (Tór)
  3. Jákup Debess (Tór)
  4. Hadassa Schwartzon Christiasen (Tór)
  5. Rasmus Johannesen (Tór)
  6. Suni á Lava (Tór)

 

Bólkur C

  1. Brandur Johannesen (Tór)
  2. Silja Teitsdóttir í Skorini (Tór)
  3. Filip Restoff (Tór)
  4. Levi Simonsen (TBF)
  5. Pumin Poulsen (TBF)
  6. Baldur Garðshamar (TBF)
  7. Bára Sørensen (TBF)

 

Bólkur D

  1. Benjamin Simonsen (TBF)
  2. Viljar Dulavík (Tór)
  3. Zeth Atjin Teddy Fagranes (Tór)
  4. Benjamin Rasmussen (Tór)
  5. Dávid Jákupsson Hansen (Tór)
  6. Dávid Simonsen (TBF)
  7. Kaja Thomsen (TBF)