reDSC_8791.JPEG
Anton Snygg við einari feilskrúv-servu.

Úrslit og myndir frá ársins fyrstu kapping

Fyrsta borðtenniskappingin í 2025 varð spæld í høllini á Hálsi í Havn í dag, har 47 leikarar úr Tór og TBF dystaðust í 4. Grand Prix-umfari.

Ein av søgunum í dag var, at Fróði Fríðason Jensen aftur var ovastur í A-bólkinum, hesaferð eftir sigur á svianum, Anton Snygg, sum annars ikki hevði tapt ein dyst í hesum kappingarárinum.

Veteranurin, Kai Roest, gjørdi reint borð í B-bólkinum, har hann vann allar sínar dystir við sannførandi samlaðum settúrsliti áljóðandi 15-1. Hann verður sostatt aftur at síggja í A-bólkinum næstuferð.

Næsta kapping verður í Trongisvági um góðar tvær vikur, nevniliga tann 26. januar, tá ið 5. Grand Prix-umfar og Masters-kapping verður í Trongisvági.

Niðanfyri síggjast úrslit frá dagsins kapping, og niðast er eisini ein myndarøð.

 

Úrslit - 4. Grand Prix-umfar

 

Bólkur A

  1. Fróði Fríðason Jensen (Tór)
  2. Anton Snygg (Tór)
  3. Ári Fríðason Jensen (Tór)
  4. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)
  5. Vagnur Kjærbech Nolsøe (TBF)
  6. Poul Knút Poulsen (TBF)
  7. Edvard Faa Nårstad (TBF)
  8. Jákup Margar Debess (Tór)

 

Bólkur B

  1. Kai Roest (TBF)
  2. Jósva Fonsdal Højgaard (TBF)
  3. Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)
  4. Jóel Bringsberg (Tór)
  5. Teitur Haraldsen Albinus (Tór)
  6. Suni á Lava (Tór)

 

Bólkur C

  1. Hadassa Schwartson Christiansen (Tór)
  2. Bogi Bringsberg (Tór)
  3. Faroe Chairoek (Tór)
  4. Høgni Dalsgaard (Tór)
  5. Viljar Dulavík (Tór)
  6. Filip Restorff (Tór)
  7. Benjamin Simonsen (TBF)

 

Bólkur D

  1. Rókur Løkjá (Tór)
  2. Silja Teitsdóttir í Skorini (Tór)
  3. Gullbrandur Arge Rasmussen (Tór)
  4. Dávid Hansen (Tór)
  5. Levi Simonsen (TBF)
  6. Pumin Poulsen (TBF)
  7. Elias Otthamar Olsen (Tór)

 

Bólkur E

  1. Liam Steinkross (TBF)
  2. Allan Christiansson (TBF)
  3. Baldur Garðshamar (TBF)
  4. Dávid Simonsen (TBF)
  5. Erik Biskopstø (Tór)
  6. Kaja Thomsen (TBF)

 

Bólkur F

  1. Teitur Jespersen (Tór)
  2. Filip Thorsteinsson (TBF)
  3. Rúnar Gunnarsson (TBF)
  4. Christian Restorff (Tór)
  5. Mattias Nolsøe Dimon (TBF)
  6. Jónas Teitsson í Skorini (Tór)

 

Bólkur G

  1. Dávur Dionsson (TBF)
  2. Adrian Gunnleifsson Hvíthamar (Tór)
  3. Rókur Kjærbo (TBF)
  4. Martin Carlsson (Tór)
  5. Heini Trygvason á Váli (Tór)
  6. Angelina Øster (TBF)
  7. Frej Thomsen (TBF)