dystur.jpg

Úrslit frá síðsta EM-degnum

Føroysku kvinnu- og manslandsliðini hava nú spælt sínar síðstu dystir í ársins EM-undankapping, sum varð spæld í serbiska høvuðsstaðnum, Beograd, hetta vikuskiftið.

Mótstøðan var stinn, og hetta vóru úrslitini á síðsta kappingardegnum eisini merkt av, men ungu leikararnir hava fingið dýrtkeyptar royndir við sær í viðførið heimaftur.

Á síðsta kappingardegnum hittu bæði kvinnurnar og menninir Estland, og í báðum liðdystunum gjørdist tað til eitt 0-3-tap.

Føroyska liðið er sum nevnt ungt, og vónandi hevur hendan kappingin givið teimum blóð á tonna, tí vit eiga nakrar ungar og evnaríkar leikarar.

Hóast tað gjørdist til fleiri stórtap í einari nærum órímiligari kappingarskipan, so hava leikararnir fingið greiðar ábendingar hvat skal betrast - og hetta kann nú venjast heima í Føroyum.

Í morgin, sunnudagin, er venjing á skránni, og í ovurmorgin, mánadagin, ferðast tey aftur til Føroya, her tey eftir ætlan lenda nakað út á seinnapartin.

 

Úrslit – kvinnur

Føroyar – Estland 0-3

Henrietta Nørr – Airi Avameri 3-11, 4-11, 5-11

Britt Michelsen – Reelica Hanson 3-11, 2-11, 2-11

Marin Elisabet Poulsen 5-11, 7-11, 4-11

 

Úrslit – menn

Føroyar – Estland 0-3

Ári Fríðason Jensen – Vallot Vainula 1-11, 4-11, 6-11

Eyðun F. Ellendersen – Stanislav Strogov 2-11, 3-11, 8-11

Heri Lava Láadal – Aleksandr Lusin 2-11, 1-11, 0-11