f1.jpg
Fróði var aftur bestur hesaferð. (savnsmynd)

Úrslit frá 2. Grand Prix-umfari

Leygardagin varð 2. Grand Prix-umfar spælt í høllini á Hálsi í Havn. Hóast ringa veðrið avmarkaði luttøkuna nakað, so var luttakaratalið nóg høgt til, at avrátt varð at halda kappingina – serliga eftir at hon hevur verið útsett tvær ferðir.

Leikarar, ið ikki fingu luttikið, kunnu eisini uggast við, at tað umfarið, har leikarin fekk fægst stig, verður drigið frá í samlaðu støðuni. Eisini hjá teimum, sum hava luttikið í øllum kappingum, soleiðis at allir leikarar hava ‘ráð’ til at missa eina kapping.

Hugaligt var aftur at hava leikarar savnaðar í høllini til eina kapping, har lagið var gott, og somuleiðis eisini spælið. Borðtennissamband Føroya fegnast um hetta, og vónar enn hægri luttkaratal til næstu kapping, sum verður í Havn 14. januar 2023.

 

Úrslit - 2. Grand Prix-umfar

 

Bólkur A

  1. Fróði Fríðason Jensen (Tór)
  2. Hallur Thorsteinsson (Tór)
  3. Pætur Albinus (Tór)
  4. Peter Hentze Niclasen (Tór)
  5. Ári Fríðason Jensen (Tór)
  6. Anja Wongwai (TBF)
  7. Vagnur Kjærbech Nolsøe (TBF)
  8. Jósva Fonsdal Højgaard (TBF)

 

Bólkur B

  1. Heri Lava Láadal (Tór)
  2. Hjalgrím Fonsdal Højgaard (TBF)
  3. Teitur Haraldsen Albinus (Tór)
  4. Hans Jacob Gaard Petersen (TBF)
  5. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)
  6. Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)
  7. Tummas Wilhelm (Tór)

 

Bólkur C

  1. Poul Knút Poulsen (TBF)
  2. Alexander Klevang Eikhólm (Tór)
  3. Hadassa S. Christiansen (Tór)
  4. Tóki Djurhuus Samuelsen (Tór)
  5. Hákun Djurhuus Samuelsen (Tór)
  6. Jónas Djurhuus Samuelsen (Tór)