britt-henri.jpg
Britt Michelsen og Henrietta Nørr (mynd: Jens Kr. Vang / portal.fo)

Øll pørini spældu seg víðari

Í dag hevur verið kappast í tvímansleiki á oyggjaleikunum á Guernsey. Í manskappingini vóru føroysku pørini Albert Weihe Wolfsberg / Fróði Fríðason Jensen og Hallur Thorsteinsson / Ári Fríðason Jensen, og hjá kvinnunum vóru pørini Henrietta Nørr / Britt Michelsen og Durita Fríðadóttir Jensen / Anja Wongwai.

Øll tey føroysku pørini spældu seg víðari úr bólkaspælinum. Albert Weihe Wolfsberg og Fróði Fríðason Jensen vóru styrkismettir nummar seks og komu eisini, sum einasta føroyska parið, víðari sum eittarar í bólki sínum. Teir komu í fjórðingsfinaluna, har teir taptu 1-3 fyri Garry Dodd og Ben Foss av Guernsey.

Hallur Thorsteinsson og Ári Fríðason Jensen náddu til 1/8-finalurnar, har teir somuleiðis taptu fyri einum pari av Guernsey, nevniliga Stacey-tvíburðunum Laurence og Joshua.

Hjá kvinnunum komu bæði pørini í fjórðingsfinalurnar. Durita og Anja vunnu ein dyst í bólkinum og vunnu eisini 1/8-finaluna, men í fjórðingsfinaluni vóru tær prísgivnar ímóti stinna parinum av Guernsey, Alice Edwards og Dawn Morgan.

Henrietta Nørr og Britt Michelsen vunnu í 1/8-finaluni á 5. styrkismetta parinum, Katherine Vinas og Karenza Baker av Isle of Man, og skuldu í fjórðingsfinaluni hitta grønlendska parið, Karlinannguaq Lundblad og Juliane Schmidt.

Hetta skuldi vísa seg at gerast ein sannur gysari. Grønlendska parið vann 3-0, men settúrslitini vóru 15-17, 14-16, 11-13. Ein sannur marathon-dystur, har føroyska vónbrotið sjálvsagt var stórt, nú eitt heiðursmerki glapp av hondum.

Seinasti møguleikin fyri heiðursmerkjum verður í morgin, fríggjadagin, tá ið kappast verður í blandaðum tvímansleiki. Byrjað verður kl.09:00.