Heimliga kappingarárið í borðtennis er nú komið at enda, og á gallaveitsluni leygarkvøldið heiðraði Borðtennissamband Føroya nakrar persónar, sum ígjøgnum kappingarárið hava útmerkað seg innan borðtennis í Føroyum.
Andras Nolsøe, formaður í Borðtennissambandi Føroya, útnevndi vegna sersambandið ársins leikarar hjá kvinnum og monnum, ársins ungu leikarar hjá kvinnum og monnum, og at enda eisini ársins herðaklapp.
Heiðrar í føroyskum borðtennis 2019:
Ársins leikari, menn: Fróði Fríðason Jensen
Ársins leikari, kvinnur: Durita Fríðadóttir Jensen
Ársins ungi leikari, menn: Tórur Eið Eliasen
Ársins ungi leikari, kvinnur: Sólja Hilduberg Djurhuus
Ársins herðaklapp: Pætur Albinus
Andras Nolsøe, formaður, talar til ársins leikarar, systkini Duritu og Fróða F. Jensen.