Borðtennissamband Føroya hevur í dag luttikið á árliga aðalfundinum hjá altjóða borðtennissamgonguni, International Table Tennis Federation (ITTF), har Borðtennissamband Føroya, sum eitt hitt fyrsta føroyska ítróttasambandið yvirhøvur, hevur havt altjóða limaskap síðani miðskeiðis í 1970-unum.
Pætur Albinus luttók vegna Borðtennissamband Føroya á aðalfundinum í dag, sum orsakað av korona-smittuni á fyrsta sinni hildin varð hildin sum video-fundur á internetinum. Flest øll av teimum 206 limalondunum luttóku.
Thomas Weikert, forseti, greiddi frá farna tíðarskeiði og sló fast, at tað hevur verið nógv merkt av korona, men at altjóða borðtennissambandið ikki hevur merkt eins nógv til avleiðingarnar sum nógvar aðrar ítróttargreinar kanska hava.
Sum vant vóru eisini nógv uppskot innkomin - nógv teirra frá starvsnevndini sjálvari um broytingar í reglugerðini fyri at skapa meiri smidleika í samband við at heimsumfarssóttin skapar iva um nær altjóða kappingar og onnur tiltøk kunnu haldast. Hesar broytingar tóktust alneyðugar og vórðu allar nærum einmælt samtyktar.
Av øðrum uppskotum kann nevnast eitt uppskot frá japanska borðtennissambandinum um at kasta bóltin upp um høvd í servuni heldur enn teir 16 sentimetrar, sum er ásett í verandi lóg. 61 atkvøddu fyri og 60 ímóti, men av tí at hendan atkvøðugreiðslan kravdi 3/4 fleirtal fyri at broyta lógina, so fall uppskotið.
At enda varð atkvøtt um hvar HM í 2023 skal vera. Í uppskoti sum vertsbýir vóru Düsseldorf í Týsklandi og Durban í Suðurafrika. Durban fekk vertsskapin við 90 aktvøðum ímóti 39.
Eykaaðalfundur verður í sambandi við ætlaðu HM-kappingina í Busan í Suðurkorea síðst í februar 2021. Borðtennissamband Føroya leggur stóran dent á at røkja sínar altjóða fundarskyldur og luttekur sjálvsagt eisini tá.