Hvar keypi eg eitt batt, og hvussu nógv kostar tað?

Ein ofta settur spurningur er hvat tað kostar at keypa eitt batt til nýbyrjarar ella lættari vand. Eitt varisligt boð er, at ein má av við áleið 300-500 krónur fyri eitt hóskandi batt. Hetta fæst í lokala ítróttarhandlinum ella á útlendskum nethandlum.

Seinni, tá ið leikarin gerst meiri royndur og hevur tikið seg fram – lat okkum siga eftir tvey ár – er neyðugt at dagføra útgerðina og keypa eitt batt til royndari spælarar. Slík batt kosta gjarna 700 krónur og uppeftir. Hesi fáast einamest á útlendskum nethandlum.

 

Hvat batt skal eg keypa?

Tilber at keypa liðugt samansett batt ella at keypa battræ og belegningar hvør sær. Til nýbyrjarar er neyðugt at eftirkanna, at ferðin/tempo á batti, battræi ella belegningum ikki er ov høg, og at battið hevur høg tøl í kontrol/tolerance. Hesi batt og battræ kallast ofta ALL+ ella OFF-.

Veljast skal eisini tjúkd á belegninginum. Her verður viðmælt at belegningurin er í mesta lagi 1,80mm, og at hann í lýsingini verður lýstur at vera bleytur. Á heimasíðuni kann vanliga veljast, at veitarin monterar (setir belegningar á battræið) fyri kundan. Hetta er eitt gott hugskot at velja.

Tá ið leikarin hevur spælt í eina tíð og hevur tørv á nýggjum batti til royndari leikarar, er helst neyðugt at spyrja seg fyri hjá venjarunum í felagnum fyri at fáa eina meting hvat batt venjarin metir passa best til einstaka leikaran.

 

Viðmældir nethandlar:

www.btex.dk

www.tabletennis11.com