utsett-27feb.jpg

Útsetta kappingin verður 27. februar

Grand Prix-umfarið, sum skuldi vera 16. januar, men bleiv útsett, verður í staðin spælt í høllini á Hálsi tann 27. februar.

 

Kapping verður eisini 20. februar - eisini tá í høllini á Hálsi. Hesar báðar kappingarnar eru 5. og 6. Grand Prix-umfar, og sostatt tær báðar síðstu í samlaðu Grand Prix-kappingini í hesum kappingarárinum.

 

FM fyri ung verður í høllini í Trongisvági 19. - 20. mars, og FM fyri vaksin verður í Havn 16. - 17. apríl.

 

Allar kappingar eru at síggja í kalendaranum ovast til høgru á forsíðuni.