frodi-og-hallur.jpg

Útisetar stríðast um endaspælið

Hallur Thorsteinsson og Fróði Fríðason Jensen vóru fyrr í vikuni og leiktu liðdyst fyri Amager BTK, sum teir umboða í donsku østseriuni. Danska østserian hevur tveir bólkar, og Amager BTK hevur eitt lið í hvør sínum bólki, sum Hallur og Fróði javnan umboða. Amager BTK liggur væl við í svinginum um at koma við í endaspælið í báðum bólkum, sum gevur uppflyting til triðbestu deildina í Danmark. Tískil vóru hesir dystirnir týdningarmiklir. Í slíkum liðdysti eru fýra leikarar á hvørjum liði, har hvør leikari fær tríggjar einmansleikir og ein tvímansleik, og har samlaði liðdysturin verður avgjørdur við best av 14 dystum.

 

Hesaferð umboðaðu Hallur og Fróði hvør sítt østseriulið. Hallur skuldi spæla fyri Amager 3 ímóti Hvidovre, meðan Fróði spældi fyri Amager 4 ímóti Allerød, sum bæði eru tvey sterk lið. Hallur og Amager 3 løgdu væl frá landi, og gjørdu ikki mætari enn at koma á odda 7-1 við sera góðum spæli. Dysturin var ongantíð í vanda, og Amager 3 endaði við at vinna 11-3. Hallur megnaði at vinna sínar tríggjar einmansleikir, og fekk harvið tryggjað Amager 3 tvey týdningarmikil stig, sum nú veruliga leggur trýst á oddaliðini.

 

- Eg eri væl nøgdur við at vit greiða okkara uppgávu so væl og megna at vinna dystin so klárt. Eg spældi ikki mítt allarbesta borðtennis í dag, men eg eri glaður fyri at eg megni at vinna mínar dystir kortini. Formkurvan peikar eisini rætta vegin í løtuni, so eg eri bjartskygdur tá eg hyggi fram ímóti Arctic Open í Íslandi og oyggjaleikum á Gibraltar í summar, sigur Hallur Thorsteinsson.

 

Dysturin hjá Fróða og Amager 4 ímóti Allerød gekk sera javnt fyri seg. Liðini skiftust um at vinna sínar dystir. Ein vælleikandi Fróði tók sínar tveir fyrstu einmansleikir og setti Amager 3 í eina góða støðu. Tíverri mátti ein leikari hjá Amager 4 trekkja seg við fótskaða, sum gjørdi at leikarin tapti allar sínar dystir. Áðrenn 14. og seinasta dyst var støðan 7-6 til Amager 4. Fróði slapp at spæla seinasta og avgerandi dystin, sum kundi tryggja Amager 4 sigurin. Tíverri gjørdist Fróði akkurát ov stuttur ímóti einum sterkum leikara frá Allerød, og liðdysturin endaði 7-7.

 

- Eg eri eitt sindur keddur um, at eg ikki vann síðsta dystin. Tað var ein tættur dystur við nógvum góðum bóltum, og mótstøðuleikarin var góður at seta bóltin á borðið, so eg varð noyddur at arbeiða nógv. Generelt eri eg nøgdur við mítt spæl á degnum, men har eru enn fleiri ting, ið skulu betrast áðrenn kappingar komandi mánaðirnar. Sæð í ljósinum av, at vit vóru ein leikari færri allan liðdystin, so eri eg nøgdur við, at eg vann tveir av trimum dystum, soleiðis at vit kundu fáa stig móti einum liði, sum vit eru í beinleiðis kapping við um at koma í endaspælið, sigur Fróði Fríðason Jensen.

 

Næsta vikuskifti skulu Hallur og Fróði, saman við restini av føroyska landsliðnum, luttaka á venjingarlegu í Århus, sum verður skipað av landsliðsvenjaranum, Simon Nykjær-Fisher. Hetta er ein týdningarmikil liður í fyrireikingunum til oyggjaleikirnar, sum verða á Gibraltar í summar.