arctic-op.jpg
Savnsmynd frá 2017, tá Føroyar vunnu gull í liðkappingini hjá kvinnum.

Í morgin byrjar Arctic Open

Í morgin byrjar Arctic Open, ið er ein árliga afturvendandi millumtjóða kapping ímillum Føroyar, Ísland og Grønland. Í ár er tað Ísland, ið er vertur. Kappingin verður spæld í TBR-høllini í Reykjavík.

 

Fyrsti parturin av føroyska hópinum er longu komin til Íslands úr Danmark í kvøld, hóskvøld, meðan restin av hópinum ferðast úr Føroyum í morginári, fríggjamorgun.

 

Hetta er fyrstu ferð, at Føroyar hava seks menn og sjey kvinnur við sum spælarar. Tað merkir, at Føroyar í liðkappingunum luttaka við tveimum liðum í manskappingini og tveimum liðum í kvinnukappingini.

 

Føroyski landsliðsvenjarin, Simon Nykjær-Fisher, hevur sett føroysku liðini til liðkappingina og pørini til tvímansleikin og blandaða tvímansleikin. Yvirlit yvir tað sæst niðanfyri:

 

Føroyar 1 - menn

Fróði F. Jensen

Hallur Thorsteinsson

Pætur Albinus

 

Føroyar 2 - menn

Eyðun F. Ellendersen

Knútur Jóannesarson

Sveinur Mortensen Nolsøe

 

Føroyar 1 - kvinnur

Durita F. Jensen

Rakul Mikkjalsdóttir

Elinborg C. Mortensen

Anna Mikkjalsdóttir

 

Føroyar 2 - kvinnur

Sólja Hilduberg Djurhuus

Anja Wongwai

Britt Michelsen

 

Tvímansleikur - menn

Fróði F. Jensen / Hallur Thorsteinsson

Pætur Albinus / Eyðun F. Ellendersen

Knútur Jóannesarson / Sveinur Mortensen Nolsøe

 

Tvímansleikur - kvinnur

Durita F. Jensen / Rakul Mikkjalsdóttir

Elinborg C. Mortensen / Sólja Hilduberg Djurhuus

Anja Wongwai / Britt Michelsen

Anna Mikkjalsdóttir / Anna Sigurbjörnsdóttir (Ísland)

 

Blandaður tvímansleikur

Fróði F. Jensen / Durita F. Jensen

Hallur Thorsteinsson / Rakul Mikkjalsdóttir

Pætur Albinus / Sólja Hilduberg Djurhuus

Eyðun F. Ellendersen / Elinborg C. Mortensen

Sveinur Mortensen Nolsøe / Britt Michelsen

Knútur Jóannesarson / Anja Wongwai

Anna Mikkjalsdóttir / Örn Þórðarson (Ísland)

 

Arctic Open 2019 - skráin

 

Fríggjadagur

Kl.16.50: Setan

Kl.17.00: Blandaður tvímansleikur

 

Leygardagur

Kl.10.00: Liðkapping

 

Sunnudagur

Kl.10.00: Tvímansleikur

Kl.14.00: Einmansleikur