Skærmbillede 2019-04-30 kl. 17.03.13.png
F.v.: Durita Fríðadóttir Jensen, Fróði Fríðason Jensen, Sólja Hilduberg Djurhuus, Tórur Eið Eliasen, Pætur Albinus og Andras Nolsøe.

Ársins leikarar í føroyskum borðtennis

Heimliga kappingarárið í borðtennis er nú komið at enda, og á gallaveitsluni leygarkvøldið heiðraði Borðtennissamband Føroya nakrar persónar, sum ígjøgnum kappingarárið hava útmerkað seg innan borðtennis í Føroyum.

Andras Nolsøe, formaður í Borðtennissambandi Føroya, útnevndi vegna sersambandið ársins leikarar hjá kvinnum og monnum, ársins ungu leikarar hjá kvinnum og monnum, og at enda eisini ársins herðaklapp.

Heiðrar í føroyskum borðtennis 2019:

Ársins leikari, menn: Fróði Fríðason Jensen
Ársins leikari, kvinnur: Durita Fríðadóttir Jensen
Ársins ungi leikari, menn: Tórur Eið Eliasen
Ársins ungi leikari, kvinnur: Sólja Hilduberg Djurhuus
Ársins herðaklapp: Pætur Albinus

Andras Nolsøe, formaður, talar til ársins leikarar, systkini Duritu og Fróða F. Jensen.