DSC_5618.jpg
FM-finala hjá mansunglingum, f.v.: Heri Lava Láadal og Ári F. Jensen

Yvirlit og myndir: Ungir føroyameistarar 2021

FM fyri ung í borðtennis hevur verið í høllini í Trongisvági hetta vikuskiftið. Byrjað varð við teimum yngstu deildunum fríggjadagin, og í dag, leygardagin, hevur so restin av ungdómsdeildini spælt.

 

Skipanin í FM er soleiðis, at fýra tey fremstu í hvørjari deild fluttu upp í næsta árgang, og soleiðis kundi ein leikari vinna seg uppeftir í deildunum. Spælt varð bæði í einmansleiki og í tvímansleiki.

 

Fyriskipararnir eru væl nøgdir við kappingina, har spælið var heilt gott, og eisini gekst skjótt og væl at avgreiða kappingina.

 

Ein heimlig kapping er nú eftir í hesum kappingarárinum. Tað er FM fyri vaksin í høllini á Hálsi, har innleiðandi spæl verður 9. apríl og stóri finaludagurin, Kontrast FM, saman við judo og badminton, verður 10. apríl.

 

FM-vinnarar, ung - 2021, dagur 2

 

Smápinkur

1. Hadassa Christiansen (Tór)

 

Smádreingir - einmansleikur

1. Silas Rasmussen (Tór)

2. Gunnar Vang Niclasen (Tór)

3. Bárður Enni Danielsen (Tór)

3. Josvá F. Højgaard (TBF)

 

Smádreingir - tvímansleikur

1. Silas Rasmussen (Tór) / Bárður Enni Danielsen (Tór)

2. Mattias Kerá (Tór) / Rasmus T. í Skorini (Tór)

3. Gunnar Vang Niclasen (Tór) / Hans Elias Arge (Tór)

3. Gilli Poulsen (Tór) / Aleksandur Lauritsen (Tór)

 

Smágentur - einmansleikur

1. Blanka Zachariassen (Tór)

2. Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)

3. Hadassa Christiansen (Tór)

 

Dreingir - einmansleikur

1. Silas Rasmussen (Tór)

2. Gunnar Vang Niclasen (Tór)

3. Reinar Garðshamar (TBF)

3. Bárður Enni Danielsen (Tór)

 

Dreingir - tvímansleikur

1. Silas Rasmussen (Tór) / Bárður Enni Danielsen (Tór)

2. Jósva F. Højgaard (TBF) / Reinar Garðshamar (TBF)

3. Mattias Kerá (Tór) / Rasmus T. í Skorini (Tór)

 

Gentur - einmansleikur

1. Marin Elisabet Poulsen (TBF)

2. Blanka Zacharissen (Tór)

3. Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)

3. Hadassa Christiansen (Tór)

 

Gentur - tvímansleikur

1. Marin Elisabet Poulsen (TBF) / Blanka Zachariassen (Tór)

2. Elsa Kathrina Gisladóttir (TBF) / Hadassa Christiansen (TBF)

 

Mansunglingar - einmansleikur

1. Ári F. Jensen (Tór)

2. Heri Lava Láadal (Tór)

3. Bárður Enni Danielsen (Tór)

3. Gunnar Vang Niclasen (Tór)

 

Mansunglingar - tvímansleikur

1. Heri Lava Láadal (Tór) / Ári F. Jensen (Tór)

2. Silas Rasmussen (Tór) / Bárður Enni Danielsen (Tór)

3. Jósva F. Højgaard (TBF) / Reinar Garðshamar (TBF)

 

Kvinnuunglingar - einmansleikur

1. Marin Elisabeth Poulsen (TBF)

2. Anja Wongwai (TBF)

3. Sólja H. Djurhuus (Tór)

3. Britt Michelsen (Tór)

 

Kvinnuunglingar - tvímansleikur

1. Britt Michelsen (TBF) / Anja Wongwai (TBF)

2. Marin Elisabet Poulsen (TBF) / Sólja H. Djurhuus (Tór)

3. Hadassa Christiansen (Tór) / Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)

 

Blandaður tvímansleikur

1. Marin Elisabet Poulsen (TBF) / Heri Lava Láadal (Tór)

2. Sólja H. Djurhuus (Tór) / Ári F. Jensen (Tór)

3. Blanka Zachariassen (Tór) / Silas Rasmussen (Tór)

3. Britt Michelsen (TBF) / Josvá F. Højgaard (TBF)